Íslendska makrelkvotan 123.000 tons í 2013

Íslendski vinnumálaráðharrin kunngjørdi um vikuskiftið, at íslendska makrelkvotan í 2013 verður 123.000 tons. Hetta eru 15,2% minni enn í 2012.


 


Við at lækka kvotuna 15,2% fylgir Ísland tilmælinum hjá ICES. Í 2012 var kvotutilmælið hjá ICES 639.000 tons, og í ár mælti ICES til at seta kvotuna til 542.000 tons, sum er ein lækking upp á 15,2%.


 


Føroyska makrelkvotan í 2012 var 148.375 tons, og fylgja Føroyar somu mannagongd sum Ísland, so verður føroyska kvotan í 2013 sløk 126.000 tons. Harumframt koma nøkur og 20.000 tons, sum ikki vórðu fiskað í fjør.


 


Í upprunaliga býtið av makrelinum fingu ES og Noreg tilsamans góð 90%, Føroyar góð 5% og Russland tey síðstu sløku 5%.


 


ES og Noreg hava tillutað sær góð 90% av tilmælinum hjá ICES upp á 542.000 tons.


 


Fyribils eru ikki avtalaðar nakrar nýggjar samráðingar millum partarnar í eini roynd at finna eina loysn á makrelósemjuni.