Makrelurin framvegis ikki MSC góðkendur



Tey trý
góðkenningarfeløgini, sum taka sær av MSC góðkenningini av fiskiskapinum eftir
makreli, hava seinastu vikurnar fundast um annahvørt ógildingin av gókenningini
skal takast aftur, ella um støðan skal verða óbroytt.  

Niðurstøðan
er, at MSC góðkenningin av makrelfiskiskapinum framvegis skal verða ógildað. 



Í
grundgevingini verður sagt, at av tí, at ongin makrelavtala er fyri øll
londini, fer fram ein ovurfisking, og við verandi veiðitrýsti er stovnurin
framvegis í minking. Vandi er tí fyri, at hann fer at koma niður um tað burðadygga
markið.



Góðkenningarfeløgini
taka málið upp aftur í desember, tá ICES hevur kunngjørt sítt tilmæli um heildarkvotuna
í 2020, og strandalondini (ES, Føroyar og Noreg) hava ásett kvotuna fyri 2020.
ICES fer at kunngera sítt tilmæli síðst í september, og strandalandafundurin um
makrel verður í London frá 14. til 17. oktober.





MSC góðkenningin av íslendska, norska, føroyska og  ES fiskiskapinum eftir makreli varð ógildað í vár, tí fiskiskapirnir ikki longur luku ásetingarnar hjá MSC.

Makrelavtalan
millum ES, Noreg og Føroyar er fyribils galdandi til ársenda í 2020.