Soleiðis verður makrelurin býttur í 2020


hevur makrelurin aftur verið á skránni seinastu vikurnar. KVF, politikarar og
búskaparfrøðingar hava givið fatan av, at vøksturin í føroysku makrelkvotuni
fyrst og fremst er farin til nótaskipini.



Hetta
er ikki rætt. Fram til 2009 áttu Føroyar 5,47% av heildarkvotuni, sum ES, Noreg
og Føroyar settu sær. Í miðal t.d. árini frá 2006 til 2008 áttu nótaskipini 3,22% av føroysku kvotuni, meðan 2,25% vóru brúkt til at geva øðrum londum í býti við
botnfisk.



Í
makrelavtaluni frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar hækkaði føroyska kvotan upp
í 12,6% av heildarkvotuni. Í 2020 fáa nótaskipini 4,01% av føroysku kvotuni,
meðan 2,21% verða brúkt til at geva øðrum londum í býti við botnfisk. Teir, sum
brúktu makrelkvotuna áðrenn 2010, fáa sostatt tilsamans 6,22% av makrelkvotuni í
2020.



Hini
6,38% av føroysku makrelkvotuni verða latin øðrum skipabólkum ella brúkt til
onnur endamál, sum víst í talvuni niðanfyri:



 

























Aðrir
skipabólkar fáa nú 3,51% av av føroysku kvotuni upp á 12,6%. 1,84% verða brúkt
til menningarkvotur og vinnuligar royndir og verkætlanir, 3 og 8-ára
uppboðssøluloyvir fáa 0,56%, meðan 0,47% verða brúkt til vísindaligar kanningar
og gransking.



Nótaskip
og onnur lond fáa í 2020 sostatat 0,75%
 meira,
enn tey fingu, áðrenn føroyska makrelkvotan varð hækkað.