Strandalandaavtalurnar um svartkjaft og sild undirskrivaðar

Strandalandaavtalurnar
um norðhavssild og svartkjaft fyri 2020 vórðu undirskrivaðar í London
fyrrapartin.



Viðvíkjandi
norðhavssildini samdust londini um at fylgja tilmælinum hjá ICES og at áseta
kvotuna til 525.594 tons, sum eru sløk 11 prosent minni enn í 2019. Ongin
strandalandaavtala er um býtið av heildarkvotuni, og tí verður samlaða veiðan
væl hægri enn MLV-ið. Seta Føroyar sær sildakvotu eftir sama leisti sum í ár,
verður  kvotan í 2020 111.416 tons.



Svartkjaftaavtalan
ber í sær, at londini eru samd um, at seta kvotuna ájavnt við tilmælið hjá
ICES, sum er 1.161.615 tons. Hetta er ein hækking upp á 1,6 prosent í mun til í
ár. Eisini í svartkjaftinum seta londini sær samanlagt hægri kvotu, tí heldur
ongin svartkjaftaavtala er. Føroyar ásettu sær eina kvotu upp á góð 35 prosent
í ár, og verður kvotan í 2020 sett eftir sama leisti, verður hon 412.606 tons.



Makrelavtalan
millum ES, Noreg og Føroyar varð undirskrivað í síðstu viku, og hon gevur
Føroyum eina kvotu í 2020 upp á 116.188
tons, sum eru 41 prosent meira, enn kvotan í ár.