Tróndur í Gøtu landar 2000 tons á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu landar í løtuni umleið 2.000 tons av svartkjafti til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Teir hava roynt í trý samdøgur umleið 90 fjórðingar suður úr Akrabergi.


Har á leiðini royna eisini Fagraberg, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg umframt nakrir russiskir trolarar. Norðborg verður væntandi klár at fara út seinni í vikuni.


Vanliga plagar svartkjafturin at verða í føroyskum sjógvi til endan av januar mánaða. Nú vit ongan sáttmála hava við ES, sleppa føroysku skipini ikki í ES sjógv at royna. Tí mugu tey fiska restina av kvotuni annaðhvørt í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, ella í føroyskum sjógvi, tá svartkjafturin ferðast norðureftir aftur í apríl-mai mánaði.