Tummas T komin í føroyska flotan

Partafelagið Gulenni, sum er partur av samtakinum Varðin í Gøtu, hevur nú yvirtikið norska nótaskipið Norderveg, sum hevur fingið navnið Tummas T.


Tummas T er bygdur í 2003 og er keyptur fyri 90 mió. kr. Hann lastar 1.500 tons, og skal fiska av kvotunum hjá samtakinum Varðanum. Tummas T kemur í flotan fyri Saksaberg, sum er 40 ára gamal.


Í sambandi við at skipið kemur á Gøtu leygardagin, skipa reiðaríið og Eystur Kommuna fyri móttøku.


Á myndini eru reiðarin á Norderveg Ola Olsen og stjórin í P/F Varðanum Jákup Jacobsen, tá skipið varð yvirtikið.