ICES hevur fyrrapartin kunngjørt síni tilmæli um heildarkvoturnar fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft í 2020.

ICES mælir til, at makrelkvotan í 2020 skal hækka við 20 prosentum upp í  922 tús. tons. Fyri 2019 mælti ICES fyrst til at kvotan skuldi verða 318 tús. tons, men hetta tilmælið varð seinni hækkað upp í 770 tús. tons, eftir at ein nýggj meting av gjørd av stovninum.  

Ices mælir til, at svartkjaftakvotan í 2020 skal hækka 1,6 prosent upp í 1.162 tús. tons, og at kvotan av norðhavssild skal lækka við 11 prosentum í mun til 2019. Hon lækkar úr 589 tús. tonsum niður í 525 tús tons.

Strandalondini koma saman til í London tann 15. oktober at viðgera makrelkvotuna í 2020. Í døgunum 22. og 23. otkober er norðhavssildin á skránni, og í døgunum 24. og 25. oktober fara londini at tingast um svartkjaftakvotuna.

Makrelavtalan frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar  er galdandi til árslok 2020. Strandalaondini hava ikki havt nakra avtalu um býti av svartkjaftakvotuni og kvotuni av norðhavssild.





  English info

Samband

Felagið Nótaskip
Óðinshædd 7 
Box 1038
FO-110 Tórshavn

Tel.:  73 99 10
Email: notaskip@notaskip.fo

 


Nótaskipini

  • Fagraberg

    Heimstaður: Fuglafjørður
    Fyrrverandi nøvn: Krúnborg
    Bygdur í 1999 í Noregi
    Eigari: Sp/f Framherji

  • Christian í Grótinum

    Heimstaður: Klaksvík
    Fyrrverandi: Kvannøy
    Bygdur í 2002 í Noregi
    Eigari: P/F Christian í Grótinum

  • Finnur Fríði

    Finnur Fríði
    Heimsstaður: Gøta
    Bygdur í 1994 í Noregi
    Eigari: P/F Krossbrekka

  • Norðborg

    Heimstaður: Klaksvík
    Bygdur í 2009 í Chile
    Eigari: P/F Hvalnes

  • Jupiter

    Heimstaður: Gøta
    Fyrrverandi Åkerø,
    Magnusson og Altaire
    Bygdur í 1994 í Noregi
    Eigari: P/F Driftin

  • Tróndur í Gøtu

    Heimstaður: Gøta
    Bygdur í 2010 í Danmark
    Eigari: P/F Hvamm