Nótaskip fingið lodnu MSC góðkenda

Felagið Nótaskip hevur fingið fiskiskapin eftir lodnu í íslendskum sjógvi MSC góðkendan. Arbeiðið við at fáa hesa góðkenning byrjaði í mars í fjør, og nú fyrst í februar verður endaliga góðkenningarfrágreiðingin løgd á heimasíðuna hjá MSC.

Eftir hetta kann lodna, sum skipini í Felagnum Nótaskip fiskað í íslendskum sjógvi, seljast sum MSC góðkend. Føroyar eiga í hesi vertíðini eina kvotu upp á 30.000 tons. Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar.

Frammanundan er íslendski lodnufiskiskapurin MSC góðkendur gjøgnum felagsskapin Iceland Sustainable Fisheries. Íslendingar fingu hesa góðkenning í 2017. Góðkenningarnar hava 5 ára gildistíð, og skulu síðan endurnýggjast. 

MSC góðkenningin kann ávirka eftirspurning og prís á teimum makrnaðum, sum gjalda mest fyri fiskin. Føroyska lodnan verður fyri tað mesta seld til Japan, Kina og Russland.





  English info

Samband

Felagið Nótaskip
Óðinshædd 7 
Box 1038
FO-110 Tórshavn

Tel.:  73 99 10
Email: notaskip@notaskip.fo

 


Nótaskipini

  • Norðborg

    Heimstaður: Klaksvík
    Bygdur í 2009 í Chile
    Eigari: P/F Hvalnes

  • Gøtunes

    Heimstaður: Gøta
    Fyrrverandi Gitte Henning
    Bygdur í 2014 í Noregi
    Eigari: P/F Desin

  • Tróndur í Gøtu

    Heimstaður: Gøta
    Bygdur í 2010 í Danmark
    Eigari: P/F Hvamm

  • Fagraberg

    Heimstaður: Fuglafjørður
    Fyrrverandi Krúnborg
    Bygdur í 1999 í Noregi
    Eigari: Sp/f Framherji

  • Christian í Grótinum

    Heimstaður: Klaksvík
    Fyrrverandi Kvannøy
    Bygdur í 2002 í Noregi
    Eigari: P/F Christian í Grótinum

  • Finnur Fríði

    Finnur Fríði
    Heimsstaður: Gøta
    Bygdur í 2003 í Noregi
    Eigari: P/F Krossbrekka

  • Høgaberg

    Heimstaður: Fuglafjørður
    Fyrrverandi Torbas
    Bygdur í Polandi í 2014
    Eigari Sp/f Framherji