Sildaavtala uttan Føroyar
25. januar 2013
Strandalandaavtalan um ásetiangina av svartkjaftakvotuni fyri 2013 varð undirskrivað í London mikudagin. Noreg og ES, sum hava verið ósams um atgongdina til at fiska kvoturnar í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum, boðaðu frá, at partarnir vóru komnir til eina semju í farnu viku, og so varð klárt at skriva undir.
Samlaða svartkjaftakvotan í ár verður 643.000 tons, og av hesum eiga Føroyar 154.600 tons.
Strandalandaavtan um áseting av kvotuni av norðhavssild í 2013 varð eisini undirskrivað í London mikudagin, men Føroyar eru ikki við í hesi avtaluni.
Á regluliga fundinum hjá strandalondunum í oktober boðaðu Føroyar frá, at vit krevja ein størri part, enn tey 5%, sum vit eiga av sildakvotuni, og at hetta skal verða galdandi longu í 2013. Hini londini vildu ikki tingast um føroyska kravið og undirskrivaðu tí eina fýra landa avtalu.
Noreg, Russland, Ísland og ES eru við í sildaavtaluni, og hava londini lutað tey 95 prosentini av kvotuni sínamillum eftir tí vanliga býtislyklinum.
Føroyar fara nú at áseta sína egnu sildakvotu.