Leiðslan

Mynd av Páll Holm Johannesen
Páll Holm Johannesen
Stjóri
Mynd av Kristian Martin Rasmussen
Kristian Martin Rasmussen
Nevndarlimur
Mynd av Bogi Jacobsen
Bogi Jacobsen
Nevndarlimur
Mynd av Anfinnur Olsen
Anfinnur Olsen
Nevndarlimur

Um Felagið Nótaskip

Felagið Nótaskip varð sett á stovn tann 15.oktober 1976. Yvirskipaða ætlanin við felagnum var at savna reiðaríini í Føroyum, sum róku nótaveiðu. Høvuðsuppgávan hjá felagnum Nótaskip er at tryggja nótaflotanum trygg veiðu- og avreiðingarviðurskifti.  

Trý samtøk

Seks feløg eru limir í felagnum Nótaskip. Hesi feløg hoyra til trý føroysk samtøk:

Í løtuni eru sjey skip í vinnu. Skipini eru:

Skipini fiska makrel, norðhavssild, heystgýtandi sild, svartkjaft og lodnu.

Fiskirættindini hjá nótaskipunum eru skipað við eginkvotum, og fiskiskapurin fer fram í føroyskum-, íslendskum-, norskum-, bretskum- og altjóða sjógvi.

Partur av fiskiveiðusamráðingum

Felagið Nótaskip er skipað við einum stjóra, sum hevur umsiting felagsins um hendi. Uppgávan er at umboða felagið mótvegis myndugleikum og at fylgja við politiskum og búskaparligum viðurskiftum innan fiskivinnuna.

Felagið Nótaskip luttekur, tá ið fiskivinnusamráðingar eru, og hevur hevur samskifti við myndugleikar og samstarvsfelagar hjá felagnum í øðrum londum.

Skrivstovan er í Vinnuhúsinum.

Verkætlanir

Felagið Nótaskip stuðlar stundum ymiskum granskingarverkætlanum.

Í løtuni eru Felagið Nótaskip saman við Varðanum, Fróðskaparsetrinum og Havstovuni í vinnu-PhD verkætlanini “Umhvørvis DNA kanningar av pelagiskum fiski og hjáveiðu hjá pelagiskum skipum, og menning av brúkaravinaligum hátti at taka royndir”.

Lesið meira her 

Undir koronatíðini stuðlaði Felagið Nótaskip einari verkætlan, sum hevði til endamáls at kanna myrkatalið av koronasmittu í Føroyum. Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu stóð fyri kanningunum.

Lesið meira her

Størsti partaeigari í P/F iNOVA

Felagið Nótaskip er størsti partaeigari í granskarasetrinum iNOVA. Í 2011 játtaðu Felagið Nótaskip at seta 300 tús. kr. í partapeningin í P/F iNOVA. Samstundis átók Felagið Nótaskip játtaðu sær formansskapin í nevndini. Seinastu árini hava felagið ikki havt umboð í nevndini.

Í Granskarasetrinum hava privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Granskarasetrið iNOVA er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur, hvørs endamál var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum.

MSC-góðkenningar

Felagið Nótaskip hevur ein týdningarmiklan leiklut sum sáttmálapartur í sambandi við MSC-góðkenningar og burðadygga veiðu.

Í løtuni er tað bara fiskiskapurin eftir íslendskari lodnu, ið er MSC góðkendur. Tað var í 2021, at Felagið Nótaskip søkti um at fáa fiskiskapin eftir íslendskari lodnu MSC góðkendan. Góðkenningin varð avgreidd, áðrenn lodnuvertíðina í 2022.   

Seinastu árini hevur fiskiskapurin eftir makrel, norðhavssild og svartkjafti ikki verið MSC góðkendur. Høvuðsgrundgevingin er, at tað fer fram ein stór ovurfisking av øllum trimum stovnunum í mun til tilmælini hjá ICES, og tí er fiskiskapurin ikki longur burðardyggur. Øll uppsjóvarskip í londunum í Norður Eystur Atlantshavi mistu góðkenningarnar samstundis.  

 

Felagið Nótaskip, Óðinshædd 7, Postboks 1038, 110 Tórshavn

Telefon: 739910
Teldupostur: notaskip@notaskip.fo