ES og Noreg gjørt fiskiveiðuavtalu fyri 2013

18. januar 2013

ES og Noreg hava í dag undirskrivað fiskiveiðuavtaluna fyri 2013. Avtalan ásetir sínamillum kvotabýti og sínamillum atgongd til at fiska kvotur.

Av áhuga hjá Føroyum í hesi avtaluni er, at partarnir nú hava ásett sína makrelkvotu í 2013. ES fær eina kvotu uppá 336.285 tons og Noreg 153.597. Sostatt hava ES og Noreg tilluta sær 490.000 tons ella 90,4% av kvotuni upp á 542.000 tons, sum er tilmælið hjá ICES.

Hetta er tann parturin, sum ES og Noreg fingu í gomlu trý-landa avtaluni við Føroyar. Føroyar áttu góð fimm prosent og Russland sløk fimm prosent. Tað hevur annars ljóðað, at ES var sinnað fyri at lata eitt sindur meira vera eftir av kvotuni, um ein roynd afturat verður gjørd at fáa semja við Føroyar og Ísland um makrelkvoturnar í 2013.

ES og Noreg ætlaðu annars at gera fiskiveiðisamráðingarnar lidnar í desember, men tá komu partarnir ikki til eina semju. Av tí, at kvoturnar av toski í Barentshavinum eru metstórar, hevði Noreg nógvan tosk at lata ES, og trupulleikin hjá ES varð at hava nakað at lata afturfyri, sum hevði áhuga hjá norskum skipum. 

Eisini vóru partarnir ósamdir um atgongd at fiska egnar kvotur í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum. ES vildi minka atgongdina hjá Noreg at fiska sína svartkjaftakvotu í ES-sjógvi, og Noreg svaraði aftur at so varð atgongdin hjá ES at fiska norðhavssild í norskum sjógvi avmarkað samsvarandi.  ES hevur brúk fyri at kunna fiska sína sildakvotu í norskum sjógvi, samstundis sum Noreg bevur brúk fyri at hava atgongd at fiska sína svartkjaftakvotu í ES-sjógvi, serliga nú teir ikki longur sleppa í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft.

Í nýggju avtaluni eru ES og Noreg samd um at arbeiða fyri at seta tiltøk í verk, sum kunnu minka um útblakingina.