Føroyska makrelkvotan 156.000 tons
22. juni 2022
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur nú ásett makrelkvotuna fyri 2022. Hon verður sløk 156.000 tons, sum eru 19,6 prosent av tilmælinum hjá ICES.
Grønland og Ísland hava eisini ásett sínar makrelkvotur. Grønlendska kvotan er 6,5 prosent, ið svarar til 51.700 tons, og íslendska kvotan er 16,5 prosent, sum svarar til 131.000 tons.
Noreg fer at áseta sína kvotu ein av fyrstu døgunum.