Makrelsamráðingarnar í Edinburgh avlýstar
12. september 2022
Eftir ætlan skuldu strandalondini koma saman í Edinburgh í dag at halda fram við makrelsamráðingunum, men fríggjadagin boðaði bretski samráðingarleiðarin frá, at samráðingarnar vórðu avlýstar. Bretland hevur formansskapin í makrelsamráðingunum í ár, og samráðingarnar vórðu avlýstar, tí bretska drotningin doyði hósdagin.
Í staðin verður ein videofundur týsdagin.
Næsta samráðingarumfarið um makrel verður í Reykjavík 26. – 28. september.