Munandi minni lodnukvota
6. oktober 2022
Týsdagin kunngjørdi íslendski havrannsóknarstovnurin sítt fyrsta tilmæli um lodnukvotuna komandi vertíð. Íslendska havrannsóknarskipið Árni Fríðriksson og grønlendska havrannsóknarskipið Tarajoq hava gjørt lodnukanningar í ein mánaða, og út frá hesum kanningum mælir havrannsóknarstovnurin til. at kvotan komandi vertíð verður 218.400 tons.
Tilmælið fyri síðstu vertíð var 904.200 tons. Nýggjar lodnukanningar verða gjørdar í desember, og tí kann tilmælið broytast.
Føroyar eiga 5% av lodnukvotuni, og eftir fyrsta tilmælinum verður føroyska kvotan sløk 11 túsund tons. Í vár fiskaðu føroysku skipini 27.149 tons. Í ár var miðal avreiðingarprísurin 5,51 kr., meðan hann í fjør var 12,63 kr. Orsøkin til tann høga prísin í fjør, var helst, at tey tvey undanfarnu árini var ongin lodna fiskað.