Strandalandasamráðingarnar byrja fríggjadagin
12. oktober 2022
Fríggjadagin byrja árligu strandalandafundirnir í London. Fyrrapartin fríggjadagin er svartkjaftur á skránni og seinnapartin norðhavssild.
Væntandi fara londini eins og í fjør bert at semjast um at fylgja tilmælunum hjá ICES. Londini fara so hvørt í sínum lagi heim at áseta sína kvotu sum ein prosentpart av tilmælunum. Í ár eru samlaðu sildakvoturnar umleið 140% av tilmælinum og svartkjaftakvoturnar umleið 130%. Føroyar hava formansskapin bæði í svartkjafta- og sildasamráðingunum.
ICES hevur mælt til at seta svartkjaftakvotuna til 1.359.629, sum er ein vøkstur upp á 81% í mun til kvotuna í ár. Seta vit okkum sama prosenttal sum í ár, hækkar føroyska kvotan úr 267 tús. tonsum upp í 484 tús. tons. ICES mælir til at áseta kvotuna av norðhavssild til 598.588 tons, sum er ein lækking upp á 15% sammett við 2022. Føroyska kvotan av norðhavssild í 2023 lækkar úr 132 tús tonsum niður í 112 tús. tons, um prosenttalið verður tað sama.
Mánadagin byrja fundirnir um makrelkvotuna í 2023. Tríggir dagar eru settir av til hesar samráðingarnar. Umframt at semjast um at fylgja tilmælinum hjá ICES, verða eisini samráðingar um eitt nýtt býti. ICES mælir til at seta makrelkvotuna til 782.066 tons í 2023. Hetta er ein lækking upp á 2 % í mun til í ár, og føroyska kvotan í 2023 minkar úr 156 tús. tonsum niður í 153 tús. tons.
Samlaða kvoturnar hjá strandalondunum av makreli eru í ár 142% av tilmælinum hjá ICES, so tað er greitt, at londini standa langt frá hvørjum øðrum í spurninginum um eitt nýtt býti. Bretland hevur formansskapin í makrelsamráðingunum.
Samráðingarnar fara fram í hølunum hjá NEAFC – North East Atlantic Fisheries Commission.