Noreg og Russland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2023
25. oktober 2022
Noreg og Russland eru í dag komin ásamt um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2023. Samráðingarnar byrjaðu síðsta mánadag og eru farnar fram umvegis videosamband.
Partarnir vóru samdir um at fylgja tilmælinum um at seta toskakvotuna í 2023 til 566.784 tons, sum er ein niðurskurður upp á 20 prosent. Kvoturnar verða býttar eftir sama lykli sum undanfarin ár millum Noreg, Russland og triðjalond. Norska kvotan komandi ár verður 260.782.
Hýsukvotan er ásett ásett til 170.067 tons, sum er ein niðurskurður upp á 5 prosent. Norska hýsukvotan verður 84.177 komandi ár.
Av tí, at Russland er útihýst frá ICES orsakað av krígnum í Ukraina, hevur ein arbeiðsbólkur við umboðum frá norska havgranskingarstovninum og russiska granskingarstovninum VNIRO, gjørt tilmælini um kvoturnar næsta ár, men bólkurin hevur fylgt mannagongdunum hjá ICES.
Fiskivinnuavtalan millum partarnar fevnir eisini um tekniskar reguleringar av fiskiskapinum, eftirlit og granskingarsamstarv.
Norski fiskimálaráðharrin Bjørnar Skjæran sigur í tíðindaskrivi, at hóast tíðirnara eru óvanligar, so er tað gott, at partarnir eru komnir til eina semju. Hon tryggjar eina langatíðar og burðardygga umsiting av stovnunum í Barentshavinum.
Enn er støða ikki tikin til samráðingar millum Føroyar og Russland um eina fiskiveiðiavtalu í 2023.