Tilfeingisgjaldið: 2,2 mia. kr. í 10 ár
18. november 2022
Landskassin hevur havt góðar inntøkur frá veiðigjaldi og uppboðssølugjaldi frá fiskivinnuni. 10-ára skeiðið frá 2012 til 2021 hevur fiskivinnan goldið tilsamans 2,2 mia. kr. í tilfeingisgjaldi og uppboðssølugjaldi. Seinastu 5 árini hava hesar inntøkurnar hjá landskassanum verið 315 mió. kr. í miðal um árið.
Hóast ongar uppboðssølur hava verið síðan nýggja Sjófeingislógin kom í gildi 1. januar 2020, fær landskassin framvegis inntøkur frá uppboðssølunum, tí 8-ára loyvini sum vórðu keypt á uppboðssølunum t.d. í 2019 verða ikki løgd um til eginkvotur fyrr enn í 2026. Í 2021 vóru inntøkurnar frá uppboðssølunum í 2018 og 2019 tilsamans 72 mió. kr.
Alivinnan er sloppin munandi bíligari í almennum avgjøldum. Í 10-ára skeiðnum frá 2012 til 2021 hevur alivinnan tilsamans goldið 938 mió. kr. í loyvis- og tøkugjaldi.