Bæði Reiðarafelagið og FSN góðtóku semingsuppskotið
16. mai 2023
Semingsstovnurin leiði í gjár fram eitt semingsuppskot í sáttmálatrætuni millum Føroyar Reiðarafelag og Føaroya Skipara- og Navigatøfelag. Partarnir høvdu freist at boða frá, um teir góðtóku uppskotið kl. 13 í dag.
Tað vísti seg, at báðir partar góðtóku uppskotið. Uppskotið hevur við sær broytingar um manningartalið hjá trolarum og garnaskipum minkar. Sigla trolarar við 7 monnum, lemmatrolarar við 10 monnum og garnaskip við 10 monnum verður ongin broyting, men lækkar talið við einum manni, so hækka býtisprosentini.
Ein onnur broyting er, at frádrátturin fyri proviant hækkar úr 112,90 kr. upp í 125,00 kr. um dagin fyri hvønn mann. Sáttmálin er galdandi í 3 ár frá 1. apríl í ár at rokna.