Makrelveiðan farin upp um 130 tús. tons

21. august 2023

Tað hevur gingist væl við makrelfiskiskapinum í ár. Í farnu viku fór veiðan upp um 130 tús. tons. 100 tús tons – ella tríggir fjórðingar – eru fiskaðir í føroyskum sjógvi, meðan restin er fiskað í altjóða sjógvi.

Samlaða makrelkvotan í ár er 200 tús. tons. Eginkvoturnar hjá skipunum í 2023 eru tilsamans 132 tús. tons, 55 tús. tons, sum ikki vóru fiskað í fjør, verða útlutað sum felagskvota við hámarki, og tey einstøku skipini hava flutt 11 tús. tons frá 2022 eftir regluni um 10% flyting.

Skipini kunnu søkja um loyvi at fiska av felagskvotuni, tá tey hava fiskað sína eginkvotu og flutta kvotu, og í løtuni fiska 14 skip av hesi kvotu. Hámarkið er 6 tús. tons.

16 uppisjóvarksip eru úti í løtuni. Ran og Hoyvík royna í føroyskum sjógvi, meðan hini skipini eru í altjóða sjógvi norðanfyri.

Seinastu vikurnar er allur makrelurin landaður til ídna, tí føroysku frystivirkini hava ikki tikið ímóti fiski. Havsbrún hevur tikið ímóti tí mesta, men skipini hava eisini landað im 20 tús. tons til norsk virkir. Prísirnir hava verið góðir, og skipini, sum hava landað í Noreg, hava fingið omanfyri sjey danskar krónur fyri kilo. Makrelurin er væl egnaður at brúka til ídna hesa tíðina, tí fitiprosentið er sera høgt.

Fyrstu norsku uppisjóvarskipini fóru á makrelveiðu hósdagin í farnu viku. Norska kvotan er 232 tús. tons, harav 60% kunnu fiskast í bretskum sjógvi. Føroyar hava ikki eina líknandi avtalu við Bretland, og mugu tí fiska kvotuna í føroyskum og altjóða sjógvi.