Nógvar strandalandasamráðingar í heyst
24. august 2023
Strandalondini eru nú komin ásamt um, hvussu samráðingarnar í heyst skulu skipast. Fyrsta samráðingarumfarið verður 6.-7. september. Tá fara londini at halda fram við royndunum at fáa semju um eitt nýtt býti av norðhavssildini.
Næsta samráðingarumfarið verður síðst í september. Tá fara partarnir at halda fram við at tingast um eitt nýtt makrelbýti.
Síðst í september koma tilmælini frá ICES um TAC fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft í 2024.
Hesi tilmæli eru grundarlagið fyri regluligu strandalandafundunum í oktober. Byrjað verður týsdagin 10. oktober, og restina av vikuni er svartkjaftur og norðhavssild á skránni.
17. oktober halda strandalandafundirnir fram, og hesa vikuna er makrelur á skránni.
Allir fundirnir verða í London.