Svartkjaftaskipini góðan fiskiskap
8. januar 2024
Svartkjaftaskipini, sum fóru til fiskiskap eftir nýggjár, hava góðan fiskiskap. Tey royna sunnanfyri – suður ímóti markinum.
Fagraberg er liðugur at landa til Havsbrún í Fuglafirði. Hann hevði 2.000 tons. Síðan sleppur Norðingur framat at landa. Hann hevur 1.900 tons. Fleiri skip bíða eftir landingartørni. Tey eru Arctic Voyager, Jupiter og Vestmenningur.
Nógv svartkjaftaskip royna í føroyskum sjógvi. Í løtuni eru 11 føroysk skip á feltinum, 16 íslendsk, 3 norsk og eitt grønlendskt.
Fleiri av føroysku skipunum fara helst skjótt at sigla inn, og tá verður long bíðitíð eftir landingartørni hjá Havsbrún. Tí er heitt á Fiskimálaráðið, um aftur at loyvi skipunum at fara uttanlands at landa, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár.
Fiskimálaráðið hevur ásett eina fyribils kvotu á 400 tús.tons. Av hesum fara sløk 100 tús. tons til Russland og Grønland.