Soleiðis verður makrelurin býttur í 2020
14. september 2020
Nú hevur makrelurin aftur verið á skránni seinastu vikurnar. KVF, politikarar og búskaparfrøðingar hava givið fatan av, at vøksturin í føroysku makrelkvotuni fyrst og fremst er farin til nótaskipini.
Hetta er ikki rætt. Fram til 2009 áttu Føroyar 5,47% av heildarkvotuni, sum ES, Noreg og Føroyar settu sær. Í miðal t.d. árini frá 2006 til 2008 áttu nótaskipini 3,22% av føroysku kvotuni, meðan 2,25% vóru brúkt til at geva øðrum londum í býti við botnfisk.
Í makrelavtaluni frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar hækkaði føroyska kvotan upp í 12,6% av heildarkvotuni. Í 2020 fáa nótaskipini 4,01% av føroysku kvotuni, meðan 2,21% verða brúkt til at geva øðrum londum í býti við botnfisk. Teir, sum brúktu makrelkvotuna áðrenn 2010, fáa sostatt tilsamans 6,22% av makrelkvotuni í 2020.
Hini 6,38% av føroysku makrelkvotuni verða latin øðrum skipabólkum ella brúkt til onnur endamál, sum víst í talvuni niðanfyri:
Aðrir skipabólkar fáa nú 3,51% av av føroysku kvotuni upp á 12,6%. 1,84% verða brúkt til menningarkvotur og vinnuligar royndir og verkætlanir, 3 og 8-ára uppboðssøluloyvir fáa 0,56%, meðan 0,47% verða brúkt til vísindaligar kanningar og gransking.
Nótaskip og onnur lond fáa í 2020 sostatat 0,75% meira, enn tey fingu, áðrenn føroyska makrelkvotan varð hækkað.