Reiðarafelagið tapti í Hægsta Rætti
6. mars 2024
Á miðdegi í dag kunngjørdi Hægsti Rættur dómin í málinum, sum Føroya Reiðarafelag reisti móti Fiskimálaráðnum. Reiðarafelagið fekk ikki viðhald.
Í uppboðssølu lógunum í 2016 og 2017 var ein áseting um, at uppboðssølugjaldið ikki var loyvdur frádráttur, tá manningarnar vórðu avroknaðar.
Reiðarafelagið metti, hetta at var at seta fría samráðingarrættin til viks, og stevndi landsstýrinum og Fiskimálaráðnum við kravi um, at lógarásetingin var ólóglig.
Reiðarafelagið fekk viðhald í Føroya Rætti, men tapti í landsrættinum. Nú hevur Hægsti Rættur staðfest úrskurðin hjá Landsrættinum.