Finnur Fríði komin til landið

26. august 2024

Leygardagin kom nýggi Finnur Fríði til landið. Skipið legði til bryggju í Norðagøtu, har nógv fólk var komið saman til at taka ímóti nýggja stásiliga uppisjóvarskipinum hjá Varðanum. Eftir at skipið varð doypt, slapp almenningurin umborð at síggja skipið.

Varðin gjørdi sáttmála við Kartensens skipasmiðjuna í Skagen um Finn Fríða í desember  2021. Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og skipið er síðani gjørt liðugt í Skagen.

Skipið er 88 metrar langur og 17 metrar breitt, og tað lastar 3.000 tons av køldum fiski. Finnur Fríði hevur umhvørvisvinarliga tøkni, og motorurin er gjørdur at brúka framtíðar brennievni, sum t.d. metanol og ammoniak.

Eftir upprunaligu avtaluni skuldi skipasmiðjan lata Varðanum skipið í januar, og skipið er sostatt seinkað í sjey mánaðar. Framherji byggir eisini eitt uppisjóvarskip á skipasmiðjuni í Skagen. Nýggi Høgaberg skal eftir ætlan latast eigarunum seinni í ár.

Tá hava øll tey trý samtøkini í Felagnum Nótaskip endurnýggjað hvør sítt skip. Christian í Grótinum, sum eisini er bygdur á Kartensens skipasmiðjuni, kom til landið í 2022.

Gamli Finnur Fríði varð lýstur til sølu fyrr í ár, men tá avtornaði ynskti eitt norskt reiðarí heldur at keypa Trónd í Gøtu, sum kom til landið í 2010. Gamli Finnur Fríði skifti síðan navn til Tróndur í Gøtu.