Makrelurin broytir ferðingarmynstur

30. august 2024

Fyribils úrslitið av makrelkanningunum, sum skip úr Noregi, Danmark, Føroyum og Íslandi, gjørdu í summmar, er nú kunngjørt.

Kanningarnar vísa, at makrelstovnurin aftur er minkaður í 2024. Vísitalið av makreli í Norðurhøvun er lækkað 42% samanborið við í fjør, og so lágt hevur vísitalið ikki verið seinastu 15 árini.

Í seinnu helvt av nullunum vaks útbreiðslan av makreli ógvusliga bæði vestureftir og norðureftir. Makrelurin leitar sær norðureftir eftir føði um summarið, og í seinnu helvt av nullunum stóð hann heilt vestur í eysturgrønlendskan sjógv.

Fyri umleið 10 árum síðan vendi gongdin, og makrelurin fór nú aftur at leita sær eystureftir. Í 2014 fiskaðu íslendingar góð 20% av síni kvotu í eysturgrønlendskum sjógvi, men hesin fiskiskapur minkaði støðugt, og síðan 2019 hevur ongin makrelfiskiskapur verið í eysturgrønlandi. Í 2014 fiskaðu íslendingar restina av makrelkvotuni í íslendskum sjógvi, men hesin fiskiskapur er støðugt minkaður, so íslendingar í dag fiska størsta partin av kvotuni í altjóða sjógvi.

Leif Nøttestad, makrelgranskari á norska Havforskningsinstituttet, sigur, at tað eru 15 ár síðan so lítið av makreli hevur verið at sæð. Hetta bendir á, at stovnurin er minkaður, at útbreiðslan er avmarkað, og fiskurin stendur sera spjaddur.

Fiskiskapurin seinastu árini í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi vísir tað sama, tí tað eru smáar nøgdir, sum skipini koma til lands við eftir fleiri daga roynd.

ICES fer at kunngerða sítt tilmæli um makrelkvotuna í 2025 tann 30. September.