Makrelkvotan minkar 22% í 2025
30. september 2024
ICES hevur í dag kunngjørt tilmælini fyri kvoturnar av makreli, svartkjafti og norðhavssild í 2025.
Mest loyvda veiðan av makreli lækkar munandi. Svartkjafturin lækkar nakað, meðan sildin hækkar nakað.
ICES mælir til, at heildarkvotan av makreli minkar niður í 577 tús. tons, sum er ein lækking á 22%.
Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 76.992 tons, sum eru 21.715 tons minni enn í ár. Hetta er áðrenn tað, ið vit gjalda fyri atgongd er farið burtur av.
Tilmælið hjá ICES fyri svartkjaft er 1,4 mió. tons, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í ár.
Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 507.192 tons, sum er ein lækking á 36.176 tons.
ICES mælir til, at heildarkvotan av norðhavssild skal hækka við 3% upp í 402 tús. tons. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 76.500, sum eru 2.282 tons meira enn í ár.
Árligu strandalandafundirnir byrja um tvær vikur. Fundurin um svartkjaft verður 15. og 16. oktober.
Fundurin um norðhavssild verður 17. og 18. otkober, og makrelurin er á skránni 21. og 22. oktober.