Føroyar við í nýggjari makrelsemju

14. juni 2024

Í nýggju semjuni fáa Føroyar 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Harumframt fáa Føroyar rætt at veiða 35% av sínum luti í bretskum sjógvi og 40% í norskum sjógvi.

Føroyar, Bretland og Noreg eru samd um, hvussu makrelurin skal býtast komandi árini.

Í nýggju semjuni fáa Føroyar 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Harumframt fáa Føroyar rætt at veiða 35% av sínum luti í bretskum sjógvi og 40% í norskum sjógvi.

Á leið sama virði

Sammett við makrelsemjuna í 2014 minkar føroyski luturin av mest loyvdu veiðu eitt vet, úr 12,6 prosentum niður í 12 prosent. Økta atgondin í bretskum- og norskum sjógvi hevur við sær, at ein meting er, at nýggja makrelsemjan hevur á leið sama virði sum makrelsemjan frá 2014.

Til og við 2026

Seinasta makrelsemjan millum Føroyar, ES og Noreg vardi til og við 2020. Millum 2021 til 2023 var eingin semja millum strandarlondini.  

Nýggjasta makrelsemjan millum Føroyar, Bretland og Noreg  er galdandi til og við 2026.

Innihaldið í semjuni kann lesast her

Tíðindaskrivið frá Fiski- og Samferðslumálaráðnum um semjuna