Semja gjørd millum Føroyar og Noreg um at býta norðhavssild
16. desember 2024
Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons.
Føroyar og Noreg hava undirskrivað strandarlandasemju um at býta norðhavssild.
Fulla atgongd í norskum sjógvi
Sambært semjuni er føroyski luturin 10 prosent av mest loyvdu veiðu, meðan norski býtisluturin er 64,18 prosent. Eisini hava Føroyar og Noreg gjørt semju um atgongd, sum loyvir føroyskum skipum at fiska alla føroysku kvotuna í norskum sjógvi, meðan norsk skip fáa loyvi at fiska 17,5 prosent av mest loyvdu veiðu av svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons.
Seinna strandarlandasemja í ár
Hetta er seinna strandarlandasemja, sum Føroyar hava undirskrivað í ár. Í juni undirskrivaðu Føroyar, Noreg og Bretland eina strandarlandasemju um at býta makrel fram til og við 2026.