Makrelsemja millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg
16. desember 2025
Sambært nýggju semjuni er føroyski parturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 óbroyttur.
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg eru komin ásamt um at býta makrel. Sostatt legst Ísland afturat semjuni, sum Føroyar, Bretland og Noreg gjørdu í 2024.
Føroyski luturin óbroyttur
Sambært nýggju semjuni er føroyski parturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 óbroyttur. Tað merkir, at hann framhaldandi verður 12% av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis er føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35% og í norskan sjógv á 40% óbroytt.
Lata Íslandi atgongd
Tey fýra strandarlondini eru samstundis samd um, at mest loyvda veiða í 2026 verður 299.010 tons. Hetta merkir, at mest loyvda veiða í 2026 lækkar 48% samanborið við 2025.
Við nýggju makrelsemjuni lata Føroyar Íslandi atgongd til føroyskan sjógv at fiska makrel. Hendan atgongdin svarar til 30% av íslendska lutinum á 10,5%.