Sildafiskiskapurin gingið skjótt og væl
18. februar 2026
Tey føroysku uppsjóvarskipini hava longu fiskað nærum alla kvotuna av norðhavssild fyri 2026
Føroyski sildafiskiskapurin hevur gingið skjótt og væl í ár. Tey føroysku uppsjóvarskipini hava longu fiskað nærum alla kvotuna av norðhavssild fyri 2026. Hetta er skjótt sammett við undanfarin ár. Fremsta orsøkin er, at tað hevur hilnast so væl at fiska í norskum sjógvi. Norðhavssildin kom um miðjan januar út um 12 fjórðingar langt norðuri í norskum sjógvi, og eftir tað gjørdu føroysku skipini skjótt av.
Óvist við Íslandi
Føroysku uppsjóvarskipini plaga at fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi um heystið. Fiskiveiðisáttmálin við Ísland í ár er – higartil - bara galdandi til 1. august, og hetta hevur sjálvandi eina óvissu við sær um føroyska sildafiskiskapin í íslendskum sjógvi í heyst. Av somu orsøk er tað hugaligt, at nærum øll kvotan av norðhavssild fyri 2026 longu er fiskað.
Hægri kvota
Føroyska heildarkvotan av norðhavssild er 33 prosent hægri í ár enn í 2025. Hon er 53.391 tons. Eftir at Føroyar býttu við onnur lond, Russland og Grønland, og nakað av óbrúktari kvotu frá í fjør varð flutt til í ár, vóru góð 43.000 tons eftir hjá føroyskum skipum at fiska í ár. Føroysk skip hava fiskað sløk 42.000 tons higartil í ár.
Størsti sildastovnurin
Norðhavssild er størsti sildastovnurin í heiminum. Hon er at finna frá Barentshavinum og vestur til Íslands. Sambært Havstovuni er utbreiðslan ikki jøvn gjøgnum árið, men frá apríl-mai til november er hon sum oftast at finna norðanfyri í føroyskum øki.