Lodnufiskiskapurin liðugur
25. februar 2026
Seinastu árini hevur tað verið skiftandi, hvussu stór føroyska lodnukvotan hevur verið.
Føroyski lodnufiskiskapurin í ár er liðugur. Tað eru fimm uppsjóvarskip, sum hava roynt undir Íslandi seinastu vikurnar. Tey eru Finnur Fríði, Gøtunes, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum og Høgaberg.
Føroyska lodnukvotan í ár er 9.445 tons.
Skiftandi gongd
Seinastu árini hevur tað verið skiftandi, hvussu stór føroyska lodnukvotan hevur verið. Onkur ár hevur eingin kvota verið. Í 2023 var kvotan góð 23.000 tons, meðan hon í 2025 var ógvuliga avmarkað.
Sambært sínámillum fiskiveiðusemjuni millum Føroyar og Ísland eiga Føroyar fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni. Tó í mesta lagi 30.000 tons.