Fagraberg komin til landið
31. mars 2026
Seinnapartin kom nýggi Fagraberg hjá reiðarínum Framherja á Fuglafjørð.
Nýggi Fagraberg er bygdur í 2018, men er sum eitt spildur nýtt skip. Hann hevur bara nýttur nakrar mánaðir árliga, og er tí at rokna sum eitt hálvt annað ára gamalt skip. Nú skal skipið skal gerast klárt til fiskiskap og farið verður avstað aftaná páskir. Skipið bleiv upprunaliga bygt til Hetlands.
Fagraberg er 82 metrar langur og 17,3 metrar breiður. Motorurin er ein 9000 hestar MAN. Hann lastar umleið 3000 tons.