Strandalandaavtalurnar um svartkjaft og sild undirskrivaðar

24. oktober 2019

Strandalandaavtalurnar um norðhavssild og svartkjaft fyri 2020 vórðu undirskrivaðar í London fyrrapartin.

 

Viðvíkjandi norðhavssildini samdust londini um at fylgja tilmælinum hjá ICES og at áseta kvotuna til 525.594 tons, sum eru sløk 11 prosent minni enn í 2019. Ongin strandalandaavtala er um býtið av heildarkvotuni, og tí verður samlaða veiðan væl hægri enn MLV-ið. Seta Føroyar sær sildakvotu eftir sama leisti sum í ár, verður  kvotan í 2020 111.416 tons.

 

Svartkjaftaavtalan ber í sær, at londini eru samd um, at seta kvotuna ájavnt við tilmælið hjá ICES, sum er 1.161.615 tons. Hetta er ein hækking upp á 1,6 prosent í mun til í ár. Eisini í svartkjaftinum seta londini sær samanlagt hægri kvotu, tí heldur ongin svartkjaftaavtala er. Føroyar ásettu sær eina kvotu upp á góð 35 prosent í ár, og verður kvotan í 2020 sett eftir sama leisti, verður hon 412.606 tons.

 

Makrelavtalan millum ES, Noreg og Føroyar varð undirskrivað í síðstu viku, og hon gevur Føroyum eina kvotu í 2020 upp á 116.188 tons, sum eru 41 prosent meira, enn kvotan í ár.