ES, Noreg og Føroyar samd um makrelavtalu fyri 2020
17. oktober 2019
ES, Noreg og Føroyar hava seinnapartin undirskrivað makrelavtaluna fyri 2020. Tingingar hava verið í London síðan týsdagin. Sum væntað samdust londini um at fylgja timælinum hjá ICES um at seta heildarkvotuna til 922 tús. tons.
Trí-parta avtalan millum ES, Noreg og Føroyar, sum fyribils er galdandi til ársenda í 2020, gevur Føroyum 12,6% av kvotuni, sum eru 116.188 tons. Hetta er ein vøsktur upp á 41% í mun til kvotuna í 2019.
ICES mælti til ein vøkstur upp á 20%. Vøksturin hjá ES, Noreg og Føroyum er størri í prosentum, tí hesi londini hækkaðu ikki sína kvotu í 2019, tá ICES broytti sítt tilmæli fyri 2019 úr 318 tús. tonsum upp í 770 tús. tons.
Annars er stór ónøgd við, at Ísland hevur sett sær eina kvotu upp á 140 tús. tons í 2019. Kvotan er næstan líka so stór sum tann norska, ið er 147 tús. tons, og svarar hon til 21,4 % av heildarkvotuni, sum ES, Noreg og Føroyar settu fyri 2019.
Í makrelavtaluni eru 15,6% sett av til onnur lond, men tað verður fiskað munandi meira enn hetta, tí Grønland hevur sett sær eina kvotu upp á 70 tús. tons í ár og Russland eina upp á góð 100 tús. tons.
Samráðingarnar um norðhavssildina verða týsdagin og mikudagin, og um svartkjaftin hósdagin og fríggjadagin í næstu viku.