Føroyar og Bretland undirskrivað fiskiveiðiavtalu

16. oktober 2019

Føroyar og Bretland undirskrivaðu týskvøldið eina semju um sínamillum fiskiveiðu fyri 2019.

 

Semjan er gjørd til tess at tryggja og varðveita fiskirættindini hjá føroyskum og bretskum skipum í ávikavist bretskum og føroyskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum, um Bretland fer úr ES uttan eina avtalu 31. oktober. Semjan veitir trygd fyri, at bæði kvotabýtið og atgongdin, verður óbroytt restina av árinum.

 

Føroyar og Bretland undirritaðu harumframt semju um samstarv um fiskiveiðieftirlit.