Íslendingar seta sær hægri makrelkvotu

1. juli 2019

Íslendski fiskimálaráðharrin Kristian Þór Júlíusson hevur avgjørt at hækka íslendsku makrelkvotuna í ár við 32.000 tonsum – úr 108.000 upp í 140.000 tons.

 

Fiskimálaráðharrin sigur, at tað grundleggjandi er ábyrgddarleyst, at meira verður fiskað, enn fiskifrøðingar mæla til. Hinvegin kann tað ikki góðtakast, at eitt land skal taka ábyrgdina av yvirfiskingini, tá hini londini seta sær hægri kvotur.

 

Íslendska makrelkvotan hevur undanfarin ár verið 16,5% av tilmælinum hjá ICES, men nú hevur íslendski fiskimálaráðharrin gjørt av, at íslendski parturin eisini skal roknast av yvirfiskingini.

Upprunaliga mælti ICES til, at samlaða makrelkvotan skuldi setast til 653.000 tons í 2019, men eftir eina nýggja meting av stovninum í februar í ár, hækkaði ICES sítt tilmæli um mest loyvdu veiðuna upp í 770.000 tons.

 

Íslendski fiskimálaráðharrin sigur, at roknað verður við, at londini fara tilsamans at fiska 80.000 tons meira enn hetta, og tí hevur Ísland sett sær eina kvotu, sum er 16,5% av 850.000 tonsum.

 

Kristian Þór Júlíusson sigur við íslendska ríkisútvarpið, at Ísland hevur tikið hesa avgerð, tí framstig verða ikki gjørd í samráðingunum um at fáa eina felags avtalu um býtið av makrelstovninum.

 

-Eg haldi, at nú er nóg mikið. Men vit fara ikki bara at sita hendur í favn. Vit fara framhaldandi at arbeiða fyri at øll londini semjast um eina avtalu, sigur íslendski fiskimálaráðharrin.

 

Tey fyrstu íslendsku skipini eru farin á makrelveiðu, og tey hava rakt við makrel suður úr Vestmannaoyggjunum.