Uppboðssølur ikki egnaðar til útluting av kvotum
20. februar 2019
Uppboðssølur eru ikki egnaðar til útluting av kvotum. Hetta skrivar Felagið Nótaskip m.a. í hoyringssvari sínum til uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um uppboðssølur í 2019.
Í hoyringssvarinum verður sagt:
Í allari tilgongdini til fiskivinnunýskipanina hevur støðan hjá Felagnum Nótaskip verið, at vit ikki halda, at uppboðssøla er eitt egnað amboð til at útluta kvotur. Um so er, at tað framvegis verður politiski viljin, at kvotur skulu bjóðast út á uppboðssølu, so eiga allar uppboðssølur at verða opnar.
Á afturlatnari uppoðssølu verður bjóðað í blindum. Uppboðssølan av norðhavssild á afturlatnari uppboðssølu í 2018 er eitt gott dømi um, at hesin uppboðssøluformurin á ongan hátt er egnaður.
Í 2018 vóru 3-ára kvotur keyptar á afturlatnari uppboðssølu fyri 2,75 kr. kg. og 8-ára kvotur fyri 2,95 kr. kg. Miðalprísurin á sild var sambært hagtølunum hjá Vørn omanfyri 7,22 krónur í 2016, men hann er síðan støðugt fallin. Skipini, ið avreiða til virkini á landi, høvdu ein miðal avreiðingarprís upp á 3,17 kr. í 2018. Av tí, at gjaldið fyri ávikavist 3- og 8-ára loyvir er í sama lutfalli, sum er millum uppboðssøluprísin og avreiðingarprísin í 2018, so verður uppboðssølugjaldið alt kvotutíðarskeiðið næstan ájavnt við avreiðingarprísin.
Hetta gevur onga meining, og er eitt greitt prógv um, at uppboðssølur ikki eru egnaðar til útluting av fiskirættindum.
Í 2019 verður skotið upp, at vit skulu hava tvey sløg av afturlatnum uppboðssølum. Eina har øll tey, sum fáa boð, skulu gjalda sama prís, og eina, har tey, ið vinna boð, skulu gjalda boðsupphæddina.
Vit skilja ikki hvat endamálið er við hesum og halda, at nú mugu myndugleikarnir gevast við at brúka fiskivinnuna sum eitt eksperiment. Sum nevnt omanfyri mæla vit frá at hava afturlatnar uppboðssølur yvirhøvur.
Við kvotunum av makreli og svartkjafti fylgir ein avmarkað atgongd til at fiska í ES-sjógvi og norskum sjógvi.
Sum dømi kann nevnast, at 8-ára kvotur upp á tilsamans 8.183 tons av svartkjafti geva 888 tons í atgongd í ES-sjógvi í 2019. Verður henda atgongdin deild millum fleiri keyparar, so verða nøgdirnar av atgongd so lítlar, at tú kanst ikki brúka tær, uttan so at tú eisini hevur aðra atgongd. Lønsemið í svartkjaftafiskiskapinum er tengt at, at tú kanst fiska stórar nøgdir á hvørjum túri.
Vit meta sum heild, at uppboðssølan og menningarkvoturnar eru við at petta føroysku fiskivinnuna sundur í eina ørgrynnu av smáum kvotum, sum ikki ber til at fáa yvirlit yvir, tí hvørki á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum ella hjá Vørn er eitt alment kvotayvirlit.