Vinnan má fáa tryggari karmar

20. februar 2019

Niðanfyri er hoyringsskrivið, ið Felagið Nótaskip hevur sent Fiskimálaráðnum um uppskotið til broytingar í Sjófeingislógini. Boðskapurin hjá Nótaskipum er m.a., at uppsølan av veiddum fiski eigur at verða slept, og at tað ikki ber til at geva eini metingarnevnd, ið ikki hevur politiska ábyrgd, loyvi til endaliga at útluta 8,5% av føroyska fiskatilfeinginum.

 

Í hoyringsskrivinum verður sagt:

 

Sum heild halda vit, at tað er stórur tørvur á skjótast gjørligt at skapa tryggari karmar fyri fiskivinnuna. Fiskivinnan livir í stórari óvissu um framtíðina, tí stórir partar av nýggju skipanunum, sum eru settar í verk, virka eftir okkara meting ikki væl, og fleiri týðandi partar eru als ikki settir í verk enn. Tað loysir ikki trupulleikarnar við eitt nú menningarkvotum og uppboðssølunum, bert at gera reglurnar strangari og at skipa størri eftirlit.

 

Uppboðssøla av veiddum fiski

 

Í grein 50 í Sjófeingislógini er ásett, at í minsta lagi 25% av veidda fiskinum skal bjóðast út  á uppboðssølu.

 

Mælt verður til at gera hetta uppískoyti í grein 50, stk. 2: “Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta sølutreytir fyri útboðnum sambært stk.1, harímillum áseta treytir fyri prísi, og nær veiða verður roknað uppí útboðið.”

 

Í viðmerkingunum verður greitt frá, hvussu ætlanin er at brúka heimildina. Viðmerkingarnar eru torgreiddar, men vit skilja tær soleiðis, at nú verður ásetingin, um at 25% av veiðuni skulu bjóðast út, broytt til at 25% av veiðuni skulu seljast. Ongar ásetingar eru um, hvat verður gjørt, um tú ikki klárar at selja henda partin av veiðuni.

 

Harnæst ætlar landsstýrismaðurin at brúka hesa heimild til at áseta mest loyvda minstaprís. Vit mæla staðiliga frá, at landsstýrismaðurin fær loyvi til at áseta prísin á uppboðssøluni. Spurningurin er, um hesar uppboðssølur hava nakað virði við hesum avmarkingum.

 

Hjá Nótaskipum er ein stórur partur av veiðuni svartkjaftur. Í Føroyum er bara ein keypari av svartkjafti til ídnað, samstundis sum fullkomið bann er fyri at landa uttanlands.

 

Taka vit sum dømi, at landingarprísurin fyri svartkjaft hjá Havsbrún er 1,50 kr. og landsstýrismaðurin ásetir uppboðssøluprísin til 1,0 kr., so verður tað landsstýrismaðurin, sum beinleiðis ásetir prísin. Havast skal eisini í huga, at avreiðingarprísirnir á svartkjafti kunnu broytast nógv í vertíðini.

 

Vit halda, at so týðandi ásetingar áttu at staðið beinleiðis í lógini. Tað skapar stóra óvissu í vinnuni, at skiftandi landsstýrismenn hava sera víðar heimildir til í kunngerð at regulera okkara høvuðsvinnu.

 

Sum heild mæla vit til, at uppsølan av veiddum fiski verður sett úr gildi. Heldur henda uppboðssøla fram, so eigur tað eins og í okkara grannalondum at verða eitt krav, at keyparin hevur skyldu til at lata seljarar sleppa framat at landa beinanvegin eftir søluna.

 

Menningarkvotur

 

Skotið verður upp at broyta grein 60 í Sjófeingislógini um menningarkvotur.  Higartil hevur landsstýrismaðurin formliga tikið avgerð um menningarkvotur eftir tilmæli frá eini metingarnevnd. Nú verður skotið upp, at metingarnevndin skal taka endaliga avgerð um útluting av menningarkvotum.

 

Nótaskip mæla frá at leggja heimildina at útluta 8,5% av okkara fiskatilfeingi til eina fagliga metingarnevnd, ið ikki hevur politiska ábyrgd.

 

Vit halda ikki, at metingarnevndin hevði hepna hond við tilmælinum um menningarkvotur í 2018. Hetta kemur m.a. til sjóndar á tann hátt, at bert 17% av útlutaðu kvotunum vórðu fiskaðar.

 

Kvotur av makreli og sild vórðu lutaðar út til at frysta á vanligum flakavirkjunum.  Í hesum er ongin nýskapan ella virðisøking. Tvørturímóti. Meira hevði komið burtur úr, um fiskurin varð landaður til tey nýmótans uppisjóvarvirkini, sum eru bygd til endamáli.

 

Tað er eisini undrunarvert, at metingarnevndin í 2018 mælti til at útluta 33.530 tons av svartkjafti at frysta á vanligum flakavirkjum, tá ein og hvør veit, at virkini eru ikki før fyri at taka ímóti hesum svartkjafti. Úrslitið síggja vit. Alt verður landað til Havsbrún í Fuglafirði. Hetta umboðar ikki nakra menning ella nýskapan, men má heldur metast at vera ein fjaldur fíggjarligur stuðul. 

 

Sum útlitini eru, fara uppisjóvarkvoturnar at minka í komandi árum, og tí er skeivt at fleiri vanlig flakavirkir fara undir verkætlanir, sum einans hava til endamáls at frysta fiskin, samstundis sum onki arbeiði er á uppisjóvarvirkjunum ein part av árinum.  

 

Menningarkvotur áttu bert at verið útlutaðar til verkætlanir, sum veruliga føra til nýskapan og virðisøking. Í sjófeingislógini er ásett, at menningarkvoturnar kunnu verða upp til 8,5%. Tað er ikki eitt krav.

 

Eisini verður mælt til, at umsóknir um menningarkvotur skulu vera undantiknar lógini um innlit í fyrisitingina. Hesum mæla vit frá. Við útlutingini av menningarkvotum í 2018 í huga, er júst tørvur á, at gjøgumskygni er í útlutingini av menningarkvotum.

 

Um so er, at onkur verkætlan hevur tørv á, at almenningurin ikki fær innlit, so hevur viðkomandi eina tílíka verju í grein 12, stk. 2 í lógini um innlit í almennu umsitingina.