Framvegis ongin lodna
8. februar 2019
Ivasamt er, um tað verður nøkur lodnuveiða í íslendskum sjógvi í ár. Havrannsóknarskipini hava verið úti nakrar ferðir og leita eftir londnu, men higartil eru ikki staðfestar nóg stórar nøgdir av gýtingarførari lodnu. Fiskiskapur verður ikki loyvdur, fyrr enn í minsta lagi 200.000 av gýtingarførari lodnu eru staðfest.
Um lodnufiskiskapur tekur seg upp, so høvdu føroysk skip, sum støðan er í løtuni, ikki fingið lut í hesum fiskiskapi.
Føroyar og Ísland eru ikki komin ásamt um ein fiskiveiðisáttmála fyri 2019, og eftir hvat skilst, er langt millum partarnar.
Í fjør fingu føroysk skip loyvi til at fiska sløk 15.000 tons av lodnu og 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, meðan íslendsk skip kundu fiska 1.300 tons av markeli í føroyskum sjógvi, umframt atgongd til at fiska alla íslendsku svartkjaftakvotuna. Seinastu árini hevur hava íslendsk uppisjóvarskip fiskað í meðal umleið 200.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.