Føroyar og Grønland gjørt fiskivinnuavtalu fyri 2019

4. desember 2018

Føroyar og Grønland hava í dag undirskrivað fiskiveiðiavtalu fyri 2019. Føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi minkar við 100 tonsum komandi ár, so samlaða toskakvotan verður 1.325 tons, meðan kvotan av brosmu verður óbroytt 475 tons. Kvoturnar av svartkalva verða somuleiðis óbroyttar. Føroysk skip kunnu fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi og 325 tons í Eysturgrønlandi.

 

Afturfyri føroysku rættindini í grønlendskum sjógvi fáa grønlendsk skip kvotur av norðhavssild og svartkjafti í føroyskum sjógvi. Kvotan av norðhavssild hækkar 700 tons upp í 3.200 tons, meðan kvotan av svartkjafti lækkar 2.500 tons niður í 13.500 tons.

 

Sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi skulu 510 tons av botnfiskakvotunum í grønlendskum sjógvi í 2019 seljast á uppboði. Enn er ikki greitt, hvussu henda uppboðssøla verður skipað.