Íslendska veiðigjaldið munandi lægri enn føroyska

13. september 2018

Eins og í Føroyum hava myndugleikarnir í Íslandi álagt fiskivinnuni eitt veiðigjald. Hetta veiðigjaldið er munandi lægri enn tað føroyska.

 

Íslendska veiðigjaldið fyri 2018 er ásett í kunngerð frá mars 2018 og kom í gildi 1. apríl í ár.

 

Makrelur hevur eitt veiðigjald upp á 19 oyru fyri kilo í okkara peningi. Fyri sild er veiðigjaldið 18 oyru fyri kilo og fyri svartkjaft 7 oyru fyri kilo.

 

Samsvarandi gjøld í Føroyum eru 1,0 króna fyri kilo av makreli, 75 oyru fyri norðhavssild og 20 oyru fyri svartkjaft.

 

Uppskotið um veiðigjald, sum fall burtur í undanfarnu tingsetu, legði upp til eina munandi hækking av veiðigjaldinum. Torført er at meta um tað heilt neyvt, tí uppskotið var sera fløkt, og gjaldið var ikki endaligt, fyrr enn trý ár eftir, at tað varð ásett. Mett varð, at uppskotið hevði tvífaldað veiðigjøldini.

 

Vit hoyra nú um dagarnar, at tvey íslendsk reiðarí hava gjørt sáttmála við skipasmiðju í Danmark, um at byggja tvey nýggj framkomin uppisjóvarskip, sum skulu avloysa gomul skip. 

 


Tað er ikki ein møguleiki, sum føroysk reiðarí hava. Vit innflyta harafurímóti gomul skip, sum aðrar vilja sleppa av við, tí teir hava bygt nýtt. Veiðigjøldini og uppboðssølurnar drena føroysku fiskivinnuna fyri kapital. Vinnan hevur góðtikið, at eitt gjald skal lastast fyri rættin at sleppa at fiska, men tað má verða ásett við skili, so vinnan hevur møguleika fyri at endurnýggja seg.