Úrslitið hjá nótaskipunum minkað niður í helvt
7. september 2018
Ársúrslitið hjá feløgunum, sum eru limir í Felagnum Nótaskip, er minkað niður í eina helvt. Í 2016 varð samlaða ársúrslitið hesum feløgum 359 mió. kr., og tað minkaði niður í 180 mió. kr. í 2017. Hetta er ein afturgongd upp á 48%.
Fleiri orsøkir eru til gongdina. Høvuðsorsøkin er lægri prísir. Meðal avreiðingarprísurin á sild í 2017 var 3,71 kr. kg., og hetta er helvtina minni enn í 2016. Meðal avreiðingarprísurin á svartkjafti í 2017 var 1,44 kr. kr., sum er ein triðing minni enn árið fyri. Avreiðingarprísurin á markeli hevur verið umleið tann sami bæði árini. Meðalprísurin hevur verið slakar 7,0 krónur.
Úrslitið er eisini ávirkað av, at ein partur av kvotunum eru keyptar á uppboðssølu. Ein munandi partur av avreiðingarviðrinum av hesum kvotum fer til uppboðssølugjald.
Alt bendir á, at 2018 fer at verða enn lakari hjá nótaskipunum. Makrelkvotan hjá nótaskipunum er minkað við einum triðingi. Harumframt fer ávirkanin av fiskivinnunýskipanini at merkjast, m.a. tí at 8,5% eru tikin av kvotunum til menningarkvotur. Avgerandi er somuleiðis, hvussu gongdin verður í prísunum.
Útlitini fyri 2019 benda á, at henda gongdn fer at halda fram. WGWIDE bólkurin hjá ICES var í Føroyum í síðstu viku og gjørdi stovnsmetingar og tilmæli um heildarkvoturnar í 2019. Tilmælið verður kunngjørt 28. september, men yvirlitstrolingarnar í summar vístu, at allir tríggir stovnarnir eru í minking. Ringast stendur til við makrelinum, sum eftir kanningarúrslitinum er minkaður við 40%.
Tí er neyvan ivi um, at ICES fer at mæla til at lækka kvoturnar av bæði makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2019. Spurningurn er bara hvussu nógv.