Nýggj avtala um býtið av lodnuni
3. juli 2018
Ísland, Grønland og Noreg gjørdu í síðstu viku avtalu um eitt nýtt býti av lodnukvotuni. Í nýggju avtaluni fær Ísland 80 prosent, Grønland 15 prosent, og Noreg 5 prosent. Eftir lodnuavtaluni við Ísland eiga Føroyar 5 prosent av íslendsku kvotuni, tó í mesta lagi 25.000 tons.
Tingingarnar hava verið drúgvar. Tær byrjaðu í 2016. Grønland hevur kravt ein størri part, og í nýggju avtaluni fáa teir 4 prosent afturat. Ísland letur 1 prosent og Noreg 3 prosent.
Gamla lodnuavtalan var frá 2003. Partarnir kunnu siga avtaluna upp, og uppsagnartíðin er ein vertíð. Ongar broytingar verður í atgongdini at fiska lodnu. So at siga øll lodnuveiðan fer fram í íslendskum sjógvi.