Makrelurin lætnaður 30 prosent
13. juni 2018
Seinastu 11 árini er makrelurin lætnaður í meðal 30 prosent. Tað skrivar norska blaðið Fiskeren. Í 2002 var meðalvektin á makreli, sum varð landaður um uppboðssøluna í Noregi 513 gram, og í 2013 var meðalvektin 370 gram. Hetta er ein minking upp á 30 prosent. Makrelurin í teimum ymsu árgangunum er vorðin minni og rakari. Í 1990-árunum var nógvur makrelur landaður, sum vigaði omanfyri 600 gram, men so at siga ongin av sonevnda G6 makrelinum verður fiskaður í dag.
Jens Kristian Holst, fyrrverandi havfrøðingur á norska Havrannsóknarstovninum, sigur, at hetta vísir, at tað er ein samanhangur millum, at stovnurin hevur verið nógv størri, enn fiskifrøðingar hava mett, at stór sveiggj eru í stovninum, og at hetta ávirkar støddina á fiskinum.
Ari Slotte stendur á odda fyri pelagisku granskingini hjá norska Havrannsóknarstovninum. Hann heldur ikki, at tað er nøkur grund til at stúra fyri, at vistfrøðiliga skipanin í Norðurhavinum er í ójavnvág. Hann heldur, at tey sveiggj, sum verða staðfest, eru púra vanlig í eini vistfrøðiligari skipan, sum henni í Norðurhavinum.
Hann sigur, at stovnskanningarnar sum londini gera í felag, vísa, at stovnarnir av uppisjóvarfiski í Norðurhavinum samanlagt eru á einum høgum stigi í løtuni.
Aril Slotte vísir aftur páhaldinum um, at vistfrøðiliga skipanin er komin í ójavnvág, tí ráðgevingin hjá ICES hevur verið skeiv. Jens Kristian Holst hevur millum annað víst á, at makrelkvotan átti at verið sett munandi hægri seinastu árini.