Bruxelles ræður yvir fiskivinnuni til 2021
21. mars 2018
ES og Bretland eru nú komin ásamt um treytirnar í sambandi við, at Bretland fer úr ES tann 29. mars í 2019.
Partarnir eru komnir ásamt um, at ein skiftistíð skal verða fram til 31. desember í 2020, og í hesum tíðarskeiði verða ongar broytingar í fiskivinnupolitikkinum.
Bruxelles skal framvegis hava fult ræði á fiskivinnupolitikkinum og skal føra allar sínamillum samráðingar við onnur lond í skiftistíðini. Ongar broytingar verða heldur gjørdar í innanhýsis kvotabýtinum í ES.
Bretski fiskimálaráðharrin Michael Gove, sum var á almennari vitjan í Føroyum í fjør, sigur, at Bretland hevur strongt á, fyri at kunna yvirtaka fiskivinnupolitikkin longu í 2019, men her vildi ES ikki slaka.
-Vit eru sera vónbrotin um, at ES ikki vildi slaka í hesum viðurskiftinum. Í desember 2020 fara vit at samráðast við hini londini um fiskirættindini sum sjálvstøðugt triðjaland og strandaland. Hetta verður fyrstu ferð í 40 ár, at Bretland ræður fyri sínum egna fiskivinnupolitikki, sigur Michael Gove í samrøðu við BBC.
Ein munandi partur av bretsku fiskivinnuni er í Skotlandi, og har eru konservativu tinglimirnir sera ónøgdir við, at tað ikki eydnaðist at fáa ræði á fiskivinnupolitikkinum longu í 2019.
Semjan millum ES og Bretland ber í sær, at samstarvið millum strandalondini um umsitingina av felags uppisjóvarstovnum heldur fram sum nú í 2019 og 2020. Somuleiðis skulu Føroyar samráðast við ES um sínamillum fiskiveiðisáttmálarnar fyri hesi árini.