Nýggja tilmælið hjá ICES kemur týsdagin

30. oktober 2017

Nýggja tilmælið hjá ICES um heldarkvotuna av norðhavssild í 2018 verður kunngjørt í morgin.  Hetta er greitt eftir ein fund í ICES fríggjadagin.

 

Tá samráðingar vóru fyrr í hesum mánaðinum millum strandalondini um heildarkvotuna næsta ár, kom ein áheitan frá ICES um, at niðurleggja samráðingarnar, tí ein roknifeilur var funnin í útrokningini av tilmælinum um sildakvotuna.

 

Tilmælið hjá ICES um heildarkvotuna í ár var 646 tús. tons, og í upprunaliga tilmælinum fyri 2018 var kvotan 546 tús. tons. Tað ljóðar, at nýggja tilmælið  hjá ICES er, at heildarkvotan av norðhavssild skal verða sløk 400 tús. tons. Tað er ein niðurskurður upp á útvið 40 prosent í mun til tilmælið fyri 2017.

 

Tá nýggja tilmælið er komið, hittast strandalondini aftur til samráðingarfund í Keypmannahavn.