Avtala gjørd um makrelin í 2018

11. oktober 2017

ES, Noreg og Føroyar hava í dag undirskrivað eina tríparta avtalu um makrelkvoturnar í 2018. Heildarkvotan minkar við 20 prosentum, og føroyska kvotan í 2018 verður 103 tús. tons.

 

Samlaða kvotan hjá strandalondunum í 2017 er 1.021 tús. tons, og mett verður, at samlaða veiðan í ár verður 1.178 tús tons.

 

Tilmælið hjá ICES fyri 2018 var 551 tús. tons. Við eini lækking upp á 20% verður heildarkvotan 816 tús. tons, sum eru 270 tús tons meira, enn ICES mælir til.

 

Londini hava eisini samtykt eina nýggja umsitingarætlan, sum ásetir, at í framtíðini skulu londini seta tað sonevnda F-ið til 0,21, ið er tað sama, sum ICES mælti til at brúka fyri komandi ár. Í nýggju umsitingarætlanini er tó ásett, at kvotan í mesta lagi skal lækka 20% frá einum ári til annað, og at hon í mesta lagi kann hækka 25% frá einum ári til annað.

 

Egg teljingarnar í 2016 góvu eitt vánaligt úrslit, og tær draga stovnsmetingina niður. Hetta fer eisini at ávirka stovnsmetingina komandi ár, tí egg teljingar verða ikki aftur fyrr enn í 2019.

 

Makrelavtalan millum ES, Noreg og Føroyar er galdandi til og við 2018. Noreg hevur skotið upp at leingja avtaluna við einum ári, so hon eisini verður galdandi í 2019. Bretland skal eftir ætlan fara úr ES í 2019, og eftir hetta verða munandi broytingar í strandalandasamstarvinum.