Strandalandasamráðingarnar byrjaðar í London
10. oktober 2017
Samráðingarnar millum strandalondini um makrelkvotuna næsta ár byrjaðu í London í dag.
ICES mælir til, at makrelkvotan næsta ár verður 551 tús. tons, og hetta er ein lækking upp góð 300 tús. tons ella góð 35% í mun til tilmælið fyri 2017.
Strandalondini settu kortini eina munandi hægri kvotu í 2017. ES, Noreg og Føroyar, sum í 2014 gjørdu eina 5-ára avtalu um umsiting av makrelstovninum , samdust um at seta kvotuna í ár til 1.020 tús. tons. Av hesum eru 15,6% sett av til onnur lond, meðan 84,6% verða býtt millum ES, Noreg og Føroyar. Føroyski parturin er 12,6%.
Í løtuni er ongin umsitingarætlan galdandi fyri makrel, men londini hava hildið seg til gomlu umsitingarætlanina, har ásettt var, at kvotan í mesta lagi kann minka 20% frá einum ári til annað, og hækka í mesta lagi 25%.
Semjast londini um at minka kvotuna við 20%, so verður føroyska kvotan 103 tús tons í 2018.
Samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild verða í næstu viku.