Vilja banna íslendskum og grønlendskum landingum
14. september 2017
Norska reiðarafelagið Fiskebåt hevur heitt á norsku myndugleikanrar um at seta bann fyri, at íslendsk og grønlendsk skip sleppa at landa makrel í Noregi.
Hetta hendir, eftir at grønlendska uppisjóvarskipið Tuneq hevur landað 400 tons av makreli til eitt virki í Noregi. Makrelurin er fiskaður í altjóða sjógvi norðanfyri.
Í einum skrivi til fiskimálaráðið vísir Fiskebåt á, at Ísland og Grønland eru ikki partur av strandalandaavtaluni frá 2014 um umsiting av makrelstovninum, og at londini fiska makrel uttanfyri teirra sjóøki.
-Fiskebåt heldur, at íslendsk og grønlendsk skip ikki eiga at sleppa at landa makrel í Noregi, so leingi tey av órøttum krevja ein alt ov stóran part av makrelkvotuni, og so leingi tey ikki vilja gera semju um makrelin, skrivar Audun Maråk stjórin í Fiskebåt.
ES, Noreg og Føroyar gjørdu í 2014 eina 5-ára avtalu um eitt nýtt býti av makrelinum. Avtalan gevur ES 49,3%, Noregi 22,5 og Føroyum 12,6%. Tey síðstu 15,6% eru sett av til onnur strandalond, sum ikki eru við í semjuni.