Samgongan ligið sjóvarfallið av sær
12. september 2017
Hósdagin 14. september verður uppskotið um fiskivinnunýskipan lagt fram aftur í løgtinginum. Sagt verður, at meginreglurnar í nýggja uppskotinum eru tær somu. Í útvarpinum mánakvøldið segði løgmaður, at samgongan bara hevur viðgjørt nakrar snøklar í tí gamla uppskotinum.
Landsstýrissamgongan ætlar framvegis, at fiskivinnunýskipanin skal koma í gildi 1. januar 2018. Vit hava fyrr staðiliga mælt landsstýrinum frá at skunda málið ígjøgnum. Hetta kann politiska skipanin ikki bjóða vinnuni, eftir at hon hevur havt 10 ár til at gera eina nýggja skipan.
Eftir okkara meting hevur samgongan ligið sjóvarfallið av sær, og nú er bert ein møguleiki. Hann er at framleingja verandi skipan, til ein nýggj góðskutryggjað skipan kann setast í staðin.
Tað er eyðsæð, at vinnan í løtuni er ørkymlað um framtíðina. Ætlanin er at upploysa allar verandi skipanir í fiskivinnuni, um samgongan fær sín vilja. Veiðiloyvini, ið hava verið eitt týðandi amboð til at stýra fiskivinnuni, fara í søguna. Verandi bólkabýti fer í søguna. Ein lutfalsliga stórur partur av kvotunum skal seljast á uppboðssølu, har ein og hvør, sum lýkur ávísasr treytir, kann bjóða. Hetta er ein skipan, ið onga aðra staðni í heiminum verður brúkt soleiðis, sum samgongan ætlar.
Bara 70 arbeiðsdagar til jóla
Frá 14. september eru umleið 70 arbeiðsdagar eftir til jóla. Vit meta ikki, at tað við hesum stutta skotbrái er praktiskt møguligt at avgreiða lógina og at gera tær neyðugu fyrireikingarnar til nýggju skipanina hjá samgonguni.
Nógvar kunngerðir skulu gerast og setast í verk, tá løgtingið hevur avgreitt lógina. Ikki allar eru so ovurhonds arbeiðskrevjandi, men nakrar, sum skulu verða upp á pláss áðrenn 1. januar - um løgtingið óvæntað samtykkir uppskotið – eru sera umfatandi og týðandi.
Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta toskajavnvirðið, ið skal vera grundarlag undir útrokningini av antitrust mørkunum. Tá henda kunngerðin fyriliggur, kann Vørn sum umsitingarmyndugleiki fara undir at gera upp ognarlutin hjá teimum einstøku rættindahavarunum og teimum, ið tey eru nærskyld við, tí hetta telur við, tá rættindini verða gjørd upp.
Hetta skal gerast eftir allýsingini í konkurslógini, har sagt verður, at nærskyld eru: “ægtefæller, slægtninge i op- og nedstigende linjer, søskende, de nævnte personers ægtefælleder og andre personer, der har stået hinanden særlig nær”.
Føroyar eru eitt lítið samfelag við tøttum ættarbondum, og tá ognarlutirnir í fiskivinnuni skulu skrásetast, er væl neyðugt at kanna skyldskap millum teir ymsu rættindahavararnar. Hvussu ætlar man eitt nú at handfara ásetingina um, at nærskyld eisini eru “andre personer, der har stået hinanden særligt nær”?
Landsstýrismaðurin skal í kunngerð áseta reglur um, hvussu stórur partar av uppboðssølukvotunum skulu seljast sum langtíðar loyvir, meðallong loyvir ella stuttíðar loyvir. Vit halda ikki, at lógin eigur at verða samtykt, uttan at hetta er kent frammanundan.
Áðrenn 1. januar skal eisini ein nýggj lóg samtykkjast um tilfeingisgjald av kvotum, ið ikki verða seldar á uppboði. Tað uppskotið verður ikki lagt fram fyrr enn seinni. Tað hevði verið náttúrligt, at hetta lógaruppskotið varð lagt fram saman við nýskipanaruppskotinum.
Vinnan viðurkennir, at landið eigur at fáa ein rímiligan part av tilfeingisrentuni. Seinastu árini hevur uppisjóvarflotin og flotin í Barentshavinum skapt eina tilfeingissrentu. Nýskipanaruppskotið fer at ber í sær, at meira stál verður sett í sjógvin fyri at fiska somu fiskar. Hetta fer at máða burtur av tilfeingisrentuni.
Ein tann mest týðandi grundgevingin fyri, at rætt er at steðga á nú, er politiska støðan. Tað er ikki nøktandi, at eitt minniluta landsstýri fremur eina so kollveltandi samfelagsbroyting, har parlamentariska grundarlagið er atkvøðan hjá einum tinglimi, ið er uttanflokka. Upp aftur verri gerst støðan, tá ein av stóru andstøðuflokkunum hevur boðað frá, at hann fer at broyta skipanina aftur, um hann kemur til valdið. Vinnan kann ikki liva við hesi óvissu.
Fiskivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Tí er tað óðamannaverk at taka ein so stóran politiskan váða, sum samgongan ætlar.
Felagið Nótaskip
Jógvan Jespersen, stjóri